Vel sýning Vel tal av setrum Vel pláss Skriva upplýsingar Gjald Góðkenn Kvittan
Hvussu komi eg víðari
Trýst á tíðspunkti fyri val av tí sýningini tú ynskir bilettir til.
Vel dato:
Vel film:
Heiti: Zacharias
Orig. heiti: -
Longd: 01:05
Land/ár: Føroyar/2018
Leikarar: -
Produktion: Forlagið FANNIR
Manuskript: Teitur Árnason
Instruktion: Teitur Árnason
Leinkjur:
Censur:
Frumsýning: 11.04.2018
 
Í árinum 2000 savnaðist eitt lítið filmslið úti í Hattarvík at gera upptøkur til filmin “Burturhugur – Faroese Observations”. Ein mynd av sjey teimum seinastu fólkunum á hesum fjarskotna plássi.
Ein av høvuðspersónunum í tí dokumentarfilminum var bóndin Zacharias. Síðani vit í 2016 fingu boðini um, at hann var deyður, hevur okkurt onkursvegna áhaldandi eggjað okkum til at leita aftur til allar teir mongu tímarnar við upptøkum, sum vit tá gjørdu við hesum karismatiska, gamla bóndanum, har úti í Fugloy.
Vit fylgdu honum langt tíðarskeið í hansara hóvliga, lítillátna og spakføra gerandisdegi. Bæði í gaman og álvara.
Í hesi nýggju vangamyndini av honum, sum vit nú hava fingið klipt saman og snøggað, hava vit nýtt oynna og øll gerandismál hansara harúti sum lørift.
Zacharias vísir seg at umboða eina farna tíð í slitnum, veðurbardum og einføldum rammum. Líkasum ein tann seinasti føroyingurin av sínum slagi gevur hann okkum gávumilt innlit í sína lívssøgu og ikki minst sín litfagra hugaheim við søgum, ið hittinorðaðar verða bornar fram fyri okkum sum dýrgripir. Og geva vit okkum stundir at lurta og skilja, hvørjum bergi hesin samanrikni maðurin er brotin av, so byrja vit at hóma nakrar hornasteinar, sum hansara gamla føroyska bygdarsamfelag var bygt á. Og tað kennist, sum hárini reisast á handarbakinum, tá ið vit ígjøgnum frásøgur hansara sanna, at hetta lítla bygdarsamfelag, í trongum tíðum og uttan nakrar verðsligar hentleikar yvirhøvur og at kalla heilt avbyrgt frá umheiminum, aldi upp menniskju sum okkara høvuðspersón, sum í uppvøkstri sínum fekk við sær førning við eini óalmindiliga fínt innstillaðari kumpass at ferðast ígjøgnum lívið við.
Í hesum nýggja filmi verður nógv fokuserað upp á nærveru, fordjúpilsi, innlivan og sum heild tað tølandi og meditativa við steðgum í ljóði og mynd.
Tá ið seinasta myndin av Zachariasi er rullað um løriftið, stendur andsøgnin til okkara nútíðar acceleratiónssamfelag so krystalklárt eftir og darrar í myrkrinum.
Við hesum filmi vilja vit lýsa frið yvir mannin og fagna hesum týdningarmikla persóni, sum vit einaferð hittu á leið okkara.
 
Havnar Bio, Tinghúsvegur 8, FO-100 Tórshavn